FO-Torshavn
Faroe Islands
+298 52 25 26
info@heimasidur.fo

Hýsing (Deilda) úr 75 kr. um mdr. – 20% avsláttur

Deilda hýsing
av

AFTUR TIL FORSÍÐU

Hýsing og heimasíðuloysnir til føroyskar fyritøkur.

Vælkomin til heimasidur.fo! Vit hava støvusúgva alnótina fyri at finna røttu hýsingar-loysnirnar til føroyskar heimasíður. Vel millum, DEILDA HÝSING, CLOUD HÝSING ELLA VPS. Í løtuni kann tú fáa 20 % avsláttur av Deilda hýsing – úr 60 kr um mdr fyri fyrsta haldskeiðið.

Hýsing? Hvat er tað?

At hýsa eina heimasíðu merkir, at tú leigar eitt øki har heimasíðan liggur. Tað er næstan sum at keypa eitt grundstykkið ella leiga eina íbúð, burtursæð frá, at í hesum førinum er grundstykkið ein serlig teldu. Hendan serliga teldan kallast ein servari.

Hvat er eitt økisnavn?

Fyri, at vitjandi kunnu finna heimasíðu tína krevur hettar, útyvir hýsing, eisini eitt økisnavn. Eitt økisnavn er navnið á heimasíðu tíni, t.d. www.minhandil.com ella www.minhandil.net, o.s.fr. Tú kann leita eftir økisnøvn her hjá okkum. Vit hava atgongd til ein av heimsins stórstu dátugrunnum! So finnur tú ikki tað tú leitar eftir, so kunnu vit óiva skaffa tað. Samstundis so hjálpa vit tær fegin við at føra føroysk økisnøvn, yvirum til hýsing tína.

 

Hvat er munurin millum DEILDA HÝSING, CLOUD HÝSING OG VPS?

Deilda hýsing – trýst á ein knøtt og set upp!

Um vit halda fast í myndini av hýsing sum ein bústað, so ber til at samanbera Deilda hýsing við at leiga eina íbúð. Tú velur støddina av ‘íbúðini’ – Bronsa, Silvur ella Gull.  Við deildari hýsing fær tú yvir 400 heimasíðuskipanir at velja í. Tú skal bert trýsta á ein knøtt og so er klárt at leggja út heimasíðu við WordPress, Joomla, Drupal, ella tað tær lystir!

Hví velja Deilda hýsing frá okkum?

Deild hýsing er sera væl umtókt á netinum og serliga tí hon aloftast er bíligasta loysnin. Tíverri, eru nógvir veitarir, sum stúgva ov nógvar heimasíður inn á ein servara. Hettar kann gera heimasíður seinar, tær mæla og mæla og einki kemur fram! Fólk hava kanska ikki tíð og hug at bíðja eftir, eini heimasíðu, ið løðar seint og eru oftast farin víðari, um hon tekur meira enn tríggjar sekundir at løða. Hesum taka vit hædd fyri. Vit stúgva ikki servarar okkara og samstundis leggja vit eyðka tøkni inn, ið gevur tær eyðka ferð!

Harafturat fær tú eina ókeypis teldupostadressu við í keypinum. Hon er eisini ómakasleys at seta upp. Lat okkum siga, at økisnavnið tú hevur valt tær eitur minhandil.com. Vel hvat skal standa framanfyri @, t.d. info@minhandil.com, trýst á ein knøtt og teldupostadressan er stovnað!

Tú kann umsita heimasíðuna sjálv(ur), t.v.s. tú kann leggja út myndir, vørur og tillaga sniðið akkurát, sum tú vil og tá ið tú vil! Um tú ikki hevur tíð og hug so seta vit upp og umsita eisini fegin heimasíðuna fyri tær. Um tú vil hava eina WordPress heimasíðu, sí vinarliga prísskrá. Vit kunnu eisini seta upp og umsita html heimasíður. Vinarliga skriva til okkum um tú hevur spurningar á: info@heimasidur.fo.

Deild hýsing er best til heimasíður, ið hava lágan til miðal traffikk og er tí ein sera góð loysn til íverksetatarar! Um tú hevur ætlanin um at gera eina kompleksa og stóra heimasíðu, so er Cloud ella VPS ein betur loysn.

Hvat er Cloud hýsing?

Cloud hýsing kann samanberast við eini eigaraíbúð. Tú hevur ein lut í einum servara, men hevur størri rásarúm enn við Deilda hýsing. Cloud hýsing liggur á einum VPS servara. Tú deilur servara við øðrum, men mótsatt Deilda hýsing eru VPS servarir sera sterkir og smidligir og hettar hevur týdning fyri ferðina av heimasíðu tíni.

Cloud hýsing eru til tey, sum hava miðal stórar heimasíður við miðal trafikk – handlar og nógv innihald, td. myndir, sjónbond, ljóðbond, o.a. Tú kann eisini her velja ímillum hvussu stóran pakka tú vil hava – Baby, Miðlingur ella Stóribeiggi. Um tú ivast skriva tá vinarliga til okkum og so vegleiða vit tær: info@heimasidur.fo

Á Cloud hevur tú eisini møguleika fyri at leggja tað heimasíðuna út tær lystir. Einasti munurin er, at her kann tú ikki seta upp við at trýsta á einum knøtti. Her tørvar tær at nýta sftp, ið vit seta upp til tín. Um tú ivast ella hevur spurningar til, hvat sftp er, ring ella skriva til okkum og so vegleiða vit tær.

 

Hvat er ein VPS servari?

Í mun til Deilda og Cloud er VPS – ‘Virtual Private Server’ hýsing nakað av tí sterkasta og skjótasta á alnótini í dag. Sjálvt her, hava vit gjørt eyðka burturúr ferðini. Vit bjóða tær ikki vanligar VPS servarar, men serliga, optimeraðar servarar. Sí prísskrá ella ring á 52 25 26 um tú vil vita meira.

AFTUR TIL FORSÍÐU


Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *