FO-Torshavn
Faroe Islands
+298 52 25 26
info@heimasidur.fo

Nethandil – ómakaleys loysn

Nethandil frá heimasidur.fo
av

 Nethandil – uttan hóvasták

Nethandil: Tørvar tær ein møguleika fyri at fáa vøru tína á internetið uttan stórt hóvasták?

AFTUR TIL FORSÌÐU

Nethandil og heimasíðu

Nethandil og heimasíðu

Vit kunnu nú bjóða tær ein vakran nethandil uttan stórt hóvasták. Loysnin kann keypast saman við hýsing frá heimasidur.fo. Tú leggur myndir og vørulýsing út og so er handil tín ein veruleiki! Vit seta upp handil tín á føroyskum ella á tí tungumálinum tú helst vil nýta. Tú kann eisini velja eyðka funkur so sum at hava heimasíðuna á fleiri, t.d. føroyskt og enskt. Óansað hvat tungumál tú velur hava vit innbygda, føroyska vegleiðing um, hvussu tú umsitur handil tín og heimasíðuna sum heild!

 

Heimasíða og og vørur á Facebook

Tá ið tú hevur sett handil tín upp hevur tú eisini møguleika fyri at stovna ein nethandil á Facebook. Hettar kann hjálpa tær við marknaðarføringini, tí vitjandi á facebooksíðuni kunnu tá keypa beinleiðis!

 

 

Kom við okkum á Google

Vit hava arbeitt leingi uppá eina loysn til føroyskar fyritøkur, ið vilja rangera heimasíðu síni á google. Google er heimsins stórsta leitimaskina og leiðin til at liggja nr. 1 í leititeiginum kann vera drúgv. Í næstum kunnu vit bjóða tær møguleikan fyri at rangera heimasíðu tína á Google og aðrar stórar leitimaskinur so sum Bing og Yahoo. 

Vit bjóða tær, ið longu hava eina heimasíðu, møguleikan at skráseta heimasíðuna á nýggja palli okkara. So verður heimasíðan løtt at finna á alnótini! Hettar er ein ómakasleysur máti at fáa eyðka vitjandi til heimasíðu tína, lýsa við nýggja vøru, stovna tilboð, skriva tíðindi, stovna starvslýsingar o.s.fr.

Eisini ber til at hava eina bókingaskipan. Hettar kann vera týdningarmikið fyri tey, ið gera skeiðsvirksemi, hárfríðkan, ráðgevar, o.s.fr. Stovna dagarnar tá ið tú kann hava viðtalur ella skeið og so kunnu fólk skráseta seg beinanvegin!

Um tú vil vísa vøru ella tænastu tína fram á øðrum málum enn á føroyskum so ber eisini til! Tú kann velja millum føroyskt, danskt, norskt og enskt. Ber til hjá tær at skriva tekstin á einum av hesum málunum so taka vit okkum av hini! Sostatt kann tú marknaðarføra vøru ella tænastu tína kring allan heimin uttan, at tær tørvar sniðgeva, yvirsetarar!

Hópfígging til íverksetar og onnur áhugaverd endamál

Síðst men ikki minst so hava vit gjørt hópfígging møguligt! Hópfígging verður vanliga rópt crowd funding a enskum. Um tú hevur eitt tiltak, eina verkætlan og tørvar tær fígging so verður eisini møguleiki fyri tí. Stovna eina lýsing og sig eittsindur um hvat tú skal gera og so kunnu vitjandi stuðla verkætlanini. Um tær tørvar hjálp við myndatøku, tillaging av myndum ella búmerki og uppseting av lýsing tíni so kunnu vit hjálpa tær við hesum. Sí vinarliga okkara tænastur og prísir her á heimasidur.fo

Um tú vil vita meira ella hevur spurningar skriva vinarliga til okkum á info@heimasidur.fo

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Vinarliga

Linda MacDonald

AFTUR TIL FORSÌÐU


Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *